Um kundan
Eftir at flogvøllurin var skipaður í eitt alment partafelag, skuldi ein samleiki skapast og heimasíðan skuldi umskipast. Hetta arbeiði fekk Sansir litið upp í hendur. Nýggja partafelagið fekk navnið P/F Vága Floghavn. Nýggja partafelagið hevur tríggjar høvuðsuppgávur: At reka ein tryggan flogvøll, ið støðugt nøktar galdandi krøv. At hava ein rakstur har javnvág er millum inntøkur og útreiðslur. At byggja út flogvøll og terminal.
Felagið skal rekast á handilsligum grundarlagi. Størri útbyggingar kunnu fíggjast av landinum, meðan menning og rakstur er ábyrgd hjá felagnum.
Uppgávan
Sansir fekk til uppgávu frá P/F Vága Floghavn at skapa ein nýggjan samleika, sum avspeglaði nýggja veruleikan: at flogvøllurin nú var skipaður í eitt partafelag, sum skuldi rekast á handilsligum grundarlagi.
Nýggi samleikin skuldi gerast kendur, bæði inneftir í felagnum, soleiðis at hugburðurin verður merktur av handilsligari hugsan, og úteftir í samfelagið, so tað gjørdist ein sjálvfylgja, at felagið verður rikið á handisligum grundarlagi.
Týðandi partur av samleikanum er heimasíðan og hon trongdi til at verða dagførd og tilpassað nýggja samleikan. Av serligum áhuga eru komu- og fráfaringartíðir hjá flogførunum, vevmyndirnar og skrásettu veðurtíðindini. Samstundis verða eisini ferðahagtøl kunngjørd har, ið hava áhuga millum annað fyri at meta um búskapargongdina í samfelagnum.
Loysnin
Sansir kannaðu eina langa røð av flogvøllum rundan um okkum. Niðurstøðan var greið: Allir flogvøllir brúka internationalu teknisku styttingina í sínum búmerkjum - eisini tá tekniska heiti ikki er ein stytting av sjálvum navninum fyri flogvøllin. Hetta er eisini rættiliga logiskt, tá hesir bókstavir eru internationala kennitekni fyri flogvøllin. Fyri Vága Floghavn er styttingin: FAE. Henda stytting er ein stytting av orðinum Faeroe - also enska stavsetingin av danska navninum fyri Føroyar, sum er Færø.
Hóast hesa stytting, var valt at halda fast við navnið Vága Floghavn, tí hetta heiti liggur tætt at navninum, sum á fólkamunni er flogvøllurin í Vágum.
Tað vil siga at visuelli samleikin er bygdur upp um teknisku styttingina FAE og navnið fyri partafelagið Vága Floghavn.
Búmerkið sjálvt er gjørt sera einfalt. Ljósagrønir bókstavirnir í einum myrkabláum kassa. Hetta gevur eina kenslu av trygd, seriøsiteti og stabiliteti. Ljósi næstan flouriserandi grøni liturin skapar lív og dynamikk í tryggu og stabilu rammuni.
Afturat búmerkinum er eitt grafiskt element við linjum, sum skera hvørja aðra. Linjurnar vísa til miðdepilin har ferðast verður til og frá.
Nýggi samleikin er implementeraur á heimasíðuna, búnar og prentlutir. Skeltini í Vágafloghavn eru fyribilsskelti, tí terminalurin innan stutta tíð verður gjørdur um.
Vilt tú vita meira um samleikaskifti, ert tú vælkomin at ringja til Høgna Rasmussen á 355 355.
Heimasíðan er ment í Sansir.Net. Les meira um Sansir.Net her.
|