Ólavsøkukonsertin gjørdist ein Ó festivalur.
Eftir at Ólavsøkukonsertin og Ólavsøkan í 2010 var broytt munandi til tað betra, bjóðaði Tónleikur.fo seg fram hjá Tórshavnar Kommunu at gera konsertina og tónleikin á Ólavsøku til eina heilt serliga heild. Málið er at gera ein festival, har tónleikaáhugaðir føroyingar og útlendingar skulu fáa møguleikan at hoyra nýggjar føroyskar tónleikabólkar.

Á Ólavsøku 2010 var á plakatini eitt stórt Ó, sum Sansir og Tónleikur í felag hildu var vert at halda fast við. Hetta kundi útbyggjast við at brúka Ó í setningum sum Ó-luksáliga gott, LÓve og Ó my god. Ung fingu seg eisini roynd við einari røð av kreativum Ó-samansetingum á Ó Facebooksíðuni :)

Búmerkið er eitt rættiliga óvanligt búmerki á tann hátt, at tað er samansett av einari rúgvu av smáum tekningum av evnum, sum verða sett í samband við Ólavsøkuna. T.d. gittarar, mikrofonir, stúvlar, konufólk, mannfólk, kossar, hítir, fløskur, ballónir, hjørtu, skíggj, regnskjól, sól, Tórshamar o.s.f.

Tað er Tórshavnar kommuna, sum stendur fyri Ó-festivalinum og Tónleikur.fo fyriskipar.

Av tí at tíðin at fyrireika Ó-festivalin í 2011 var so stutt, kann roknast við einum størri konsert í 2012.