Sansir vunnu kapping um imagefaldara
Í juni 2010 útskrivaði Uttanríkisráðið kapping millum føroysku samskiftisvirkini um  ein nýggjan imagefaldara. Sansir vunnu hesa kapping.

Imagefaldarin skuldi gerast út frá frágreiðingini hjá Simon Anholt, greinini í National Geographic Traveller, tá Føroyar vóru valdar sum mest áhugaverdu oyggjar í heiminum at vitja og handlingsætlanini fyri marknaðarføring av Føroyum sum ferðafólkalandi.

Faldarin skuldi geva eitt lokkandi fyrsta inntrykk av Føroyum, tosa til kenslurnar hjá kundanum og gjøgnum ekspressivar myndir og tekst vekja positivar tankar og kenslur um Føroyar.  Faldarin skuldi seta fokus á náttúru, mentan og fólkið, geva fólki eina grundvitan um Føroyar, so tey vita, hví tey skulu koma til Føroya og hvat tey kunnu uppliva. Faldarin skal ikki venda sær móti marknaði í ávísum landi, men skal kunna brúkast allastaðni tó primert í Evropa.

Fólk, sum fáa faldaran eru tey, sum venda sær til VisitFaroeIslands ella ferðaskrivstovurnar, vitja á einari messu hjá VisitFaroeIslands ella vitja føroyskar ferðaskrivstovur. Imagefaldarin skal eisini kunna brúkast av vinnulívsfólki, tá tey hava tørv á einari lættari lýsing av Føroyum.

Málbólkurin faldarin skal venda sær til eru fólk yvir fimti, sum eru áhugað í náttúru og mentan. Faldarin skal eisini venda sær til yngri fólk, sum vilja hava eitt sindur ekstremar náttúruupplivingar og til bólkar við serligum áhugum so sum fuglaáhugað ella gongufeløg.

Sansir hava seinasta vetur og í vár arbeitt við fyrireiking til faldaran og myndatøkuna, sum skuldi takast í summar (2011). Hóast julimánaði gjørdist ein av gráastu mánaðunum í ár, so lat himmalin seg upp til sjálvar myndatøkurnar, sum sýnast at gerast sera spennandi.

Faldarin verður liðugur miðan september.