Ingvør Skaalum byrjaði sum roknskaparleiðari á Sansum 1. mai. Ingvør er útbúgvin Cand. Merc. Aud. frá CBS. Hon hevur drúgvar royndir á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum og hevur seinastu seks árini arbeitt sum grannskoðari hjá grannskoðaravirkinum Januar.
Valborg H. Laksáfoss byrjaði sum lýsingaráðgevi á Kvinnu 4. apríl. Valborg er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og er tað serliga samskifti millum menniskju, ið hevur hennara áhuga. Kvinna fylti 8 ár í november 2012. Sansir geva Kvinnu út.
Vit ynskja Ingvør og Valborg vælkomnum á Sansir. |