Í samband við framløgu av nýggju útgávuna av heimasíðuskipanini Sansir.net 2.0 á Hotel Føroyum 30. oktober, varð heimasíðan hjá Norsk Rejsebureau kosin at vera “Ársins Sansir.net-loysn 2008”.
Til tiltakið vóru umleið 70 fólk, ið umboðaðu ymiskar fyritøkur, feløg, stovnar og kommunur. Jeanette Førstø úr Norsk Rejsebureau, sum er ein hin elsta ferðamannastovan í Danmark, var komin til Føroya at taka ímóti heiðurslønini:
- Vit ynsktu eina professionella heimasíðu, ið var løtt at brúka. Og tað fingu vit. Sansir.net er ein sera brúkaravinarlig skipan, og vit hava havt stóra gleði av teimum mongu møguleikunum, sum eru í Sansir.net.
Norsk Rejsebureau vann heiðurin sum Ársins Sansir.net-loysn 2008, tí tey hava sýnt stóran arbeiðshug og sett seg væl inn í allar møguleikarnar í Sansir.net skipanini. Eisini hava tey lagt dent á dygd á innihaldinum, bæði í myndum og í teksti.
Heimasíðan verður javnan dagførd við nýggjum ferðamálum og kostnaðarbroytingum, og hevur góða og lætt lisnað kunning um tænastur og vørur.
Vitja heimasíðuna her: www.norskrejsebureau.dk
|