ALS hjálpir og kunnar á netinum
Sansir hava gjørt nýggju heimasíðuna hjá ALS, sum er bygd á Sansir.net skipanina.

Nýggja heimasíðan hjá ALS veitir bæði kunning og hjálp. Til dømis ber til at síggja nýggjastu størvini frá av starv.fo heimasíðuni, umframt at nýggjastu hagtøl yvir arbeiðsleys dagliga verða dagførd á heimasíðuni. Hetta verður gjørt í samstarvi millum Sansir.net skipanina og innanhýsis skipanir hjá ALS.

Heimasíðan er gjørd til nógvar ymiskar samfelagsbólkar, og tí er hon deild upp í greið øki, soleiðis at øll kunnu finna fram til ta kunning, ið júst teimum tørvar. Til hetta verða til dømis litir nýttir, so brúkarin altíð veit hvar hann er staddur á heimasíðuni.

Á heimasíðuni er nógv hent tilfar - bæði til tey, ið eru arbeiðsleys, men eisini til onnur. Til ber at fáa eina stig fyri stig vegleiðing um, hvussu tú søkir um pengar frá ALS, hvussu tú skrivar eina góða starvsumsókn, hvussu arbeiðsgevarar fáa fatur á rætta starvsfólkinum, og mangt annað.

Sansir ynskja ALS tillukku við nýggju heimasíðuni.

Vitja heimasíðuna hjá ALS.