Sakførarar við nýggjum samleika
Sansir hava ment ein nýggjan grafiskan samleika til donsku fyritøkuna 'Bonnesen Advokater'. Fyritøkan hevur fingið nýtt búmerki og nýggja heimasíðu. Við heimasíðuni hevur fyritøkan fingið eitt nýmótans útgangsstøði til samskifti.

Eftir fáum árum er 'Bonnesen Advokater' vorðin ein av størstu og best umtóktu fyritøkunum á Fyn. Tey hava nýliga latið eina skrivstovu upp í Keypmannahavn fyri betri at kunna røkja tann partin av landinum og fyri at kunna taka sær betri av útlendsku kundunum.

Um somu tíð, sum nýggju hølini vórðu tikin í nýtslu, varð navnið á fyritøkuni gjørt einfaldari. Í hesum sambandi var tað týðandi at menna ein nýggjan grafiskan samleika, sum kundi gera fyritøkuna enn sjónligari, og sum kundi ganga nýggju strategisku avbjóðingunum á møti.

Eitt øðrvísi paragrafftekin
Búmerkið er grundað á gamla klassiska paragraffteknið, men er allíkavæl egið. Tað er bæði glæsiligt og nýmótans, og fríski grøni liturin gevur tann víðakenda prikkin yvir i’ið. Skriftin er serframleidd og hevur ein bláan, metalliskan lit, sum gevur eina fatan av, at fyritøkan er bæði glæsilig og álítandi.

Heimasíðan - trygt støði til samskifti
Heimasíðan er gjørd samsvarandi nýggja samleikanum. Fyri at geva síðuni eitt sterkt og álítandi eyðkenni, er ovast á síðuni ein mynd av eini súlu frá einum dómhúsi. Stórur dentur er lagdur á lýsa fyritøkuna so væl sum gjørligt og gjølla at greiða frá førleikum hennara, so tey vitjandi fáa eina góða mynd av 'Bonnesen Advokater'.

Vitja heimasíðuna hjá 'Bonnesen Advokater'

Heimasíðan er ment í Sansir.net.

Fyritøkan
Bonnesen Advokatar hava á leið 30 fólk í starvi, harav 11 eru sakførarar. Fyritøkan bjóðar eitt breitt úrval av sakføraratænastum, millum annað ítróttarrætt, har tey til dømis samstarva við OB um keyp og sølu av leikarum.