Trolvirkið Vónin hevur júst fingið eina nýggja heimasíðu. Tað eru Sansir, sum hava ment síðuna.
Trolvirkið Vónin telist ímillum størstu trolframleiðararnar í norðuratlantshavi, og hevur deildir bæði í Føroyum, Grønlandi og Kanada.
Vónin varð stovnað í 1969 og hevur síðani støðugt ment seg innan trol og trolframleiðslu. Vónin er við í oddinum, og arbeiðir støðugt við stevnumiðnum: "We make fishing more profitable". Umframt útbúnað til fiskiskap, so ger Vónin eisini útgerð til bæði alivinnuna og frálandavinnuna.
Seinastu árini hevur Trolvirkið Vónin verið gjøgnum stóra menning, millum annað við keypi av øðrum feløgum, og tí hevði virkið nú tørv á eini sjónskari og víttfevnandi heimasíðu.
Nýggja heimasíðan gevur brúkaranum eina góða ábending um førleikarnar og framleiðsluna hjá Vónini. Av tí, at meginparturin av framleiðsluni er sergjørdur til serlig endamál, so verður á heimasíðuni stórur dentur lagdur á, at brúkarin skjótt og lætt fær kunnað seg meiri um ymsu vørurnar ella fær sett seg í samband við sølustjóran. Eisini ber til at síggja hvørji skip nýta ymsu trolútgerðina.
Tann grafiski parturin av síðuni er óloysiliga tvinnaður saman við undirsjóvarvinnunum, ið Vónin veitir loysnir til. Tí er síðan í høvuðsheitum blá sum havið. Sum mótsetning til tann bláa litin er eisini ein appelsingulur litur nýttur. Síðan er einføld og hevur eitt tíðarleyst snið.
Far til nýggju heimasíðuna hjá Vónini her
Heimasíðan er ment í egnu CMS skipanini hjá Sansum. Tú kanst lesa meiri um Sansir.net her
|