Marknaðarátakið, sum Sansir gjørdu fyri Tryggingarfelagið Føroyar og Betri pensjón, gjørdi veruliga mun. Fólk í hópatali løgdu merki til lýsingarnar og átakið gav betri úrslit, enn Tryggingarfelagið framman undan roknaði við. Betri pensjón og Tryggingarfelagið Føroyar hava fingið nógv nýggj viðskiftafólk.
Frá 1. januar í ár hava Tryggingarfelagið Føroyar og Betri pensjón bjóðað viðskiftafólkum sínum ein avsláttur uppá teirra tryggingar, um tey hava bæði tryggingar og pensjón hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Betri pensjón. Hendan avslátt fáa viðskiftafólk útgoldið eina ferð um árið við einum kekki.
Sansir gjørdu av at leggja stóran dent á kekkin, tí møguleikin at fáa ein kekk er nakað, ið veruliga vekir ans millum fólk. Tí fekk átakið heiti “Ú-dagur”, sum stendur fyri útgjaldsdagur. Soleiðis er Ú-dagurin vorðin eitt slag av eini afturvendandi hending hvørt ár. Í 2010 er dagurin 22. januar.
Átakið er gjørt til ymiskar miðlar, bæði sjónvarp, útvarp, bløð, lýsingar á alnetinum, plakatir, skelting og til heimasíðuna www.u-dagur.fo. Eisini var ein faldari og eitt bræv sent út til øll viðskiftafólk hjá Tryggingarfelagnum Føroyum. Í brævinum var eitt avrit av einum kekki við einari ávísari upphædd. Upphæddin kunnaði viðskiftafólkini um, hvussu nógv tey kundu fáa útgoldið Ú-dagin, um tey eisini gjørdust viðskiftafólk hjá Betri pensjón.
Átakið, sum Sansir hava staðið fyri, selur eina vøru. Her eru ítøkilig stig tikin til at vekja áhuga millum fólk og at gera tað lætt og ómakaleyst at gerast viðskiftafólk hjá Betri pensjón og Tryggingarfelagnum Føroyum. Eitt nú høvdu Tryggingarfelagið Føroyar og Betri pensjón opið til kl. 22 eitt ávíst kvøld. Eisini kundu fólk skriva til eitt sms-nummar, har tey kundu heita á Tryggingarfelagið Føroyar ella Betri pensjón um at ringja aftur. Heimasíðan www.u-dagur.fo kunnar eisini um, hvussu einfalt tað er at skifta pensjón.
Samanumtikið kann sigast, at átakið hepnaðist sera væl bæði fyri Betri pensjón og Tryggingarfelagið Føroyar.
|