Heili 25.000 fólk vitjaðu mikrositið ferieoerne.dk teir 14 dagarnar, átakið vardi. Ferieoerne.dk varð vitjað 50.000 ferðir og 6.500 luttóku í sjálvari kappingini. At so nógv av teimum vitjandi tekna seg til eina kapping, er sera sjálsamt.
Endamálið við ferieoerne.dk var at gera vart við Føroyar sum ferðamál og at fáa danskarar sum limir í Club Atlantic. Í Club Atlantic eru fólk, sum hava teknað seg til tíðindi og tilboð frá Atlantic Airways. Eftir marknaðarátakið ferieoerne.dk hevur Club Atlantic nú 9.000 danskarar í Danmark sum limir. Og talið veksur støðugt.
Málbólkurin var danskarar yvir 35 ár. Fyri at náa hesum bólki, samstarvaði Sansir við miðlafyritøkuna IUM, sum valdi nakrar portalar út, har affiniteturin var so stórur, sum møguligt. At affiniteturin er stórur, merkir at tú hevur eina yvirumboðan av málbólkinum millum tey vitjandi á portalinum.
Sansir valdu at marknaðarføra átakið á Bussines.dk, Rejseliv.dk, Berlinske platform við fleiri undirsíðum hjá berlingske.dk, TDConline.dk, Epn.dk, Jp.dk, TGT.dk og travelmarket.dk. Boðskapurin var eisini sendur út við tíðindameyli til 50.000 fólk hjá Travelmarket.dk.
Harumframt brúktu Sansir aðrar mátar at gera vart við ferieoerne. Tíðindabræv var sent út til danskar og føroyskar miðlar, har nakrir teirra tóku tíðindini upp. Og Club Atlantic sendi meyl til føroysku limirnar um at verða við til at marknaðarføra Føroyar. Føroyingar tóku sera væl undir við hesum og nógv vitjaðu síðuna, eftir at tey høvdu fingið meyl frá føroyskum vinum. Sosialu miðlarnir Facebook og LinkedIn vóru eisini nógv brúktir og hetta sást aftur í hagtølunum. Lýsing var eisini á Facebook, sum vendi sær til málbólkin, soleiðis at bara danskarar yvir 35 ár sóu lýsingina.
Fyri okkum á Sansum er hetta greitt tað marknaðarátakið, sum vit hava fingið flestar viðmerkingar til. Bæði frá føroyingum og dønum.
Her eru nakrar av viðmerkingunum:
"Morsom side. Jeg synes naturen og vejret på Færøerne er fantastisk flot. Det er mere end forunderligt."
"Den er flot, og med en god sans for humor."
"Jeg har lige checket linket, og det var en dejlig positiv oplevelse sammen med morgenkaffen :o)"
"Super løsning og god inspiration"
Ferieoerne.dk heldur fram. Og møguleiki er fyri at átakið fer at verða útbygt næsta ár.
Vitja ferieoerne.dk
|