Nýggjur pallur til Atlantic Petroleum
Sansir hava gjørt nýggja samskiftispallin til olju- og gassfelagið Atlantic Petroleum. Fyritøkan hevur havt eina ómetaliga stóra menning síðani stovnanina í 1998, og nú var stundin komin til at dagføra samleikan og samskiftispallin, so teir hóska betur til tær komandi avbjóðingarnar.

Við upprunastøðinum í kræklingakenda búmerkinum hjá fyritøkuni, hava Sansir blást nýggjan anda í merkið og tess sjónliga eyðkenni. Búmerkið er nú einfaldari, men gevur samstundis eina dámliga kenslu av bylgjum, havið, røringi og vøkstri. Skriftslagið vekir trúvirði, virkisfýsni og álit. Sum heild gevur nýggja búmerkið Atlantic Petroleum ein serstakan dám, sum eyðkennir fyritøkuna at vera professionella og eina góða íløgu.

Ein lítil kappingargreining staðfesti, at tað vóru ikki onnur feløg í hesi vinnuni, sum brúktu tann best hóskandi litin, nevniliga petroleum blátt. Reini steinoljuliturin var valdur sum grundlitur og sum tekstur til tess at halda fast við sermerkta eyðkennið av fyritøkuni.

Nýggja heimasíðan er sjálvur sýnisgluggin í framtíðar samskiftinum við málbólkarnar, teirra millum fjøldina av partaeigarum. Sniðið er ljóst, lætt og sera ásýniligt. Tú fært eina vissu fyri, at talan er um eina professionella og framskygda vinnufyritøku. Stóru ímyndirnar geva eina greiða fatan av virkisøkinum hjá fyritøkuni. Millum annað hevur síðan fleiri valmøguleikar til íleggjararnar, sum eru virknir við iframes.

Vitja nýggju heimasíðuna hjá Atlantic Petroleum.