Samleiki og heimasíðu til Útlendingastovuna
Við íblástri frá orðum sum felagsskapur, margfeldi og sameining, hava Sansir gjørt nýggja búmerki og grafiska samleikan til Útlendingastovuna. Eisini er føroyskt sanngildi flættað inn í búmerkið - íblásturin er fingin úr føroyskum dansi og handarbeiði.

Búmerkjaliturin stavar frá litunum í føroyska Merkinum og leggur herðslu á, at Útlendingastovan er føroyskur myndugleiki. Blái liturin vekur álit og álvarsemi – reyði liturin kveikir hugasanir um virkni og virksemi. Skiftið millum reytt og blátt benda á sameining millum ymisk menniskju.

Nýggja heimasíðan, sum er bygd á vælumtóktu heimasíðuskipanina Sansir.net, myndar Útlendingastovuna sum ein álvarsaman føroyskan myndugleika, ið er opin, hjálpsamur og vinarligur. Á heimasíðuni bjóðar Útlendingastovan eitt nú kunnandi tilfar um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Eisini eru nógvar tilvísingar til viðkomandi mynduleikar, umframt ymisk skjøl í hesum sambandi. Í fyrstu atløgu er heimasíðan á føroyskum máli, men verður í næstum eisini tøk á enskum.

Sansir ynskja Útlendingastovuni tillukku við nýggja grafiska samleikanum og nýggju heimasíðuni.

Vitja heimasíðuna hjá Útlendingastovuni her.

Les meira um heimasíðuskipanina Sansir.net her.