TÍÐINDI
Vøruhúsið er rættiliga komið á netið
Tíðin var nú komin til at Vøruhúsið á Hjalla fekk eina rættiliga heimasíðu. Tí vendu tey sær til Sansir fyri at fáa tað bestu loysnina.

Vøruhúsið ger alt fyri at geva eina góða keypsuppliving. Ein góð samanseting av vørum til rætta prísin og tiltøkum fyri alla familjuna skulu nú draga fleiri fólk inn í húsið. Á heimasíðuni sært tú øll tey góðu tilboðini og tú kanst kunna teg um spennandi tiltøkini.

Orsakað av stóra kravinum til altíð at hava tað nýggjasta skjótt á heimasíðuni, valdi Vøruhúsið at fara eftir tí mest brúkaravinarligu heimasíðuskipanini á marknaðinum. Tað skal verða skjótt og lætt at dagføra heimasíðuna. Ein og hvør skal kunna gera tað. Tí valdi Vøruhúsið á Hjalla Sansir.Net. Les meira um heimasíðuloysnina frá Sansum, sum eitur Sansir.Net her.

Síggj ta nýggju heimasíðuna hjá Vøruhúsinum á Hjalla her.
SANSIR
FAROE ISLANDS
Dvørgastígur 7
FO-110 Torshavn
Faroe Islands
Tel +298 355 355 
info@sansir.fo
www.sansir.fo
SANSIR
DENMARK
Toldbodgade 12, 3
1253 København K
Denmark
Tel +45 35 30 40 40
info@sansir.dk
www.sansir.dk
Innrita