Dansk
FRAMSÍÐA
TÍÐINDI
TILVÍSINGAR
UM OKKUM
ENGLISH
TÍÐINDI
Tvey aðalráð nýggja heimasíðu frá Sansum
Sansir hava gjørt nýggju heimasíðurnar hjá Almannamálaráðnum og Heilsumálaráðnum. Við heimasíðunum hava ráðini fingið hvør sín sterka og álítandi samskiftispall, sum veitir dagførda kunning um viðkomandi evnir.
Stórur dentur er lagdur á at gera heimasíðurnar innbjóðandi, áhugaverdar og dynamiskar. Tað er lætt hjá teim vitjandi at finna runt á síðunum og fáa vitan um tey mongu øki, sum ráðini hvør sær vara av.
Fyri bæði aðalráðini er tað av stórum týdningi at geva teim vitjandi innlit í tær mongu verkætlanirnar, sum ráðini arbeiða við. Á framsíðuni er tað sostatt møguligt hjá bæði Heilsumálaráðnum og Almannamálaráðnum at gera inngangir til nýggjar verkætlanir og annað áhugavert.
Báðar loysnirnar eru bygdar á vælumtóktu heimasíðuskipanina Sansir.net. Við hesari standardskipan er tað skjótt og lætt at gera dagføringar á heimasíðunum, stovna nýggjar undirsíður og at leggja viðkomandi skjøl út.
Sansir ynskja Heilsumálaráðnum og Almannamálaráðnum til lukku við nýggju heimasíðunum.
Vitja heimasíðuna hjá Heilsumálaráðnum her
.
Vitja heimasíðuna hjá Almannamálaráðnum her
.
Les meira um
heimasíðuskipanina Sansir.net her
.
ALV eitur nú Dugni
Tvey aðalráð nýggja heimasíðu frá Sansum
Vøruhúsið er rættiliga komið á netið
Samleiki og heimasíðu til Útlendingastovuna
Skemman nýggja heimasíðu
ALS hjálpir og kunnar á netinum
Nýggjur pallur til Atlantic Petroleum
Føroyski básurin sjónligur á ESE 2009
25.000 vitjaðu ferieoerne.dk
Sansir settu ferð á ú-dagin
Ein fangandi heimasíða
Sakførarar við nýggjum samleika
Norsk Rejsebureau ársins Sansir.net loysn
Væleydnað starvslýsing fyri Postverkið
Landssjúkrahúsið fingið segl
Vinnudagur 2008
Sansir og Faroe Petroleum vunnu í London
Elektron nýggjan samleika
Vodafone nýggja heimasíðu frá Sansum
Faroepetroleum.com innstillað til bretska virðisløn
SANSIR
FAROE ISLANDS
Dvørgastígur 7
FO-110 Torshavn
Faroe Islands
Tel +298 355 355
info@sansir.fo
www.sansir.fo
SANSIR
DENMARK
Toldbodgade 12, 3
1253 København K
Denmark
Tel +45 35 30 40 40
info@sansir.dk
www.sansir.dk
Innrita