53 ára gamla Avlamisvirkið hevur fingið nýggjan samleika og nýggja heimasíðu. Sansir hava í tøttum samstarvi við stovnin staðið fyri arbeiðinum at finna nýggja navnið, menna nýggja samleikan og nýggju heimasíðuna.
Sjálvsognarstovnurin hevur øll hesi árini virkað fyri, at arbeiðstarnað kunnu fáa javnbjóðis møguleikar í føroyska samfelagnum. Nýggja navnið, Dugni, lýsir arbeiði hjá stovninum og setir fokus á, at tað er dugur í hvørjum einstakum menniskja.
Navnið
Dugni merkir hjálp, stuðul ella tænasta. Tað kemur av sagnorðinum at dugna, sum merkir at hjálpa ella at gera ein beina. Dugni er eisini nær í familju við orðið at duga, sum merkir at vera før fyri, megna, kunna, nytta ella gagna. Dugni er eitt stutt og greitt orð. Tað er sterkt og kent, men samstundis serstakt við breiðum týdningi og positivum hjátýdningum. Dugni finst bara í eintali og bendist sum risi.
Búmerkið
Búmerkið hjá Dugna er myndað av sjálvum navnatrekkinum og einum avleggjara. Avleggjarin, ein blóma ella eitt træ, fær eitt nýtt lív – ein nýggja møguleika. Hesin lítli, vakri avleggjarin, sum spírar, hevur eitt skap sum um hann hevur hug at ríva seg leysan – verða sjálvstøðugur. Hann vil royna seg og skapa sær eitt lív.
Navnatrekkið í búmerkinum – tað svarta – myndar tað støðuga og trygga og er ein góð mynd av stovninum. Tann fríski spírin myndar brúkaran.
Grønu litirnir vísa lív og vøkstur. Grøni liturin er róligur og vísir endurreisn, javnvág, umhvørvi og gleði. Skriftsniðið er svart og er fundamentið - “tað trygga” í búmerkinum. Tað er týðiligt, at her spírar nakað positivt.
Heimasíðan
www.dugni.fo er ment í Sansir.net heimasíðuskipanini. Nýggja sniðið, nýggja skipanin av tilfarinum á síðuni og nýggja tøknin gera heimasíðuna munandi meira spennandi og brúkaravinarliga. Hervið verður heimasíðan ein uppaftur betri miðil hjá stovninum at røkka borgarum, kundum, fjølmiðlum og mynduleikum.
Sansir ynskja Dugna til lukku við nýggja samleikanum og góða eydnu frameftir við týðandi arbeiðnum.
Vitja heimasíðuna www.dugni.fo.
Les meira um heimasíðuskipanina Sansir.net.
|