Í menniskjum góður tokki

 

Vit á Sansum gleðast um at hava fingið møguleikan at gera búmerkið og sniðgeva marknaðarføringinstilfarið til átakið Í menniskjum góður tokki.

Endamálið við Í menniskjum góður tokki
Tað eru ikki øll, sum gleða seg til jóla. Í Føroyum eru børn, sum liva í familjum við truplum fíggjarkorum, og hetta setir síni spor í gerandisdegnum. Á jólum merkja tey meira enn nakrantíð tær avmarkingar, ið fíggjarlig trongstøða hevur við sær.

Átakið Í menniskjum góður tokki vil rætta hesum barnafamiljum eina hjálpandi hond. Endamálið við átakinum Í menniskjum góður tokki er, at fáa øll hugaði at ganga saman og gera sítt til, at vit á jólum kunnu veita øllum teimum familjum, sum tørva, ein fíggjarligan styrk. Ein grunnur er settur á stovn, har fíggjarligi stuðulin verður savnaður. Allur stuðulin, sum kemur inn, verður óskerdur býttur til tær barnafamiljur, sum søkja jólahjálp. Ikki ein króna verður brúkt til umsiting ella annað. Alt arbeiðið, sum verður gjørt í sambandi við átakið, er sjálvboðið. Stuðulin verður veittur eftir umsókn, og fyri at fáa stuðul, skulu inntøkur og annað viðkomandi upplýsast. Stuðulin verður veittur sum gávukort til matvøruhandlar, klædnahandlar og leikuhandlar.

Mett verður, at tað eru eini 500 børn, sum kunnu fáa ágóðan av átakinum.

Sansir hava stuðlað átakinum við at gera ókeypis búmerki, blaðlýsingar, bannarar og jólakort.

Búmerkið
Vit løgdu stóran dent á, at búmerkið skuldi tosað til hjartað og kenslurnar hjá tí einstaka - og fáa barnana jól í fokus. Vit kenna øll gleðina í barnaeygunum á jólum og lítlu barnahondina, sum varliga rættir seg eftir vakra pyntinum á jólatrænum.
Rundi formurin er ójavnur fyri at vera menniskjasligur - ja næstan barnsligur.

Samstundis er búmerkið eisini seriøst. Hetta verður undirstrikað við skriftsniðnum og litavalinum. Skriftin er insisterandi og nútímans og undirstrikar, at tørvurin er her og nú og kann ikki bíða til í morgin. At stavirnir eru spjaldrabókstavir kann tulkast sum ein áheitan. Fyri at gera langa navnið lesivinarligt, er navnið sett í tveimum linjum. Tann midnáttarblái og tann hvíti liturin eru álvarsamir litir samstundis sum teir umboða jólanáttina.

Vit vóna, at øllum børnum verður unt hesa jólagleðina.

Les hvussu tú ella tín fyritøka kunnu stuðla átakinum á heimasíðuni takk.fo