Sansir hava ment sjálvgreiðsluna hjá ALS
Sansir hava ment talgildu sjálvgreiðsluna til tey arbeiðsleysu í ALS. Skipanin varð tikin í nýtslu 10. januar. Eftir fyrstu ALS-vikuna eru afturmeldingarnar sera positivar.

Leiðslan í ALS metti, at tíðin var farin frá gomlu pappírs ALS-kortunum, har tann arbeiðsleysi skuldi lata eitt girolíknandi kort inn hjá Posta fjúrtanda hvønn dag.

Á ALS-kortinum skuldu arbeiðsleys boða frá, at tey vóru vorðin arbeiðsleys. Meðan arbeiðsleys fingu arbeiðsloysisstuðul skuldu tey regluliga boða frá, at tey einki arbeiði høvdu havt - ella um tey høvdu havt arbeiði ein part av tíðini. Høvdu arbeiðsleys fingið arbeiði, vóru vorðin sjúkrameldað ella annað skuldu tey eisini boða frá hesum á ALS-kortinum. Eftir at ALS-kortini vóru latin inn, var neyðugt hjá starvsfólkunum hjá ALS at tasta allar upplýsingar inn í innanhýsis telduskipaninar.

Uppgávan hjá Sansum var at gera eina talgilda skipan, har arbeiðsleys kundu geva somu fráboðanir beinleiðis inn í telduskipaninar hjá ALS.

ALS spart útreiðslur og gevur betri tænastu
Fyrimunirnir við skipanini frá Sansum eru fleiri: ALS sparir nógvar útreiðslur til porto og prent. Sjálvgreiðslan leysgevur nógva arbeiðsorku, sum í staðin kann brúkast til at betra tænastuna til tey arbeiðsleysu og arbeiðsgevararnar. Við skipanini fáa arbeiðsleys munandi betri tænastu frá ALS. Arbeiðsleys kunnu nú sita heima og avgreiða síni viðurskifti alt samdøgrið. Skipanin ger tað munandi lættari at geva sínar upplýsingar rættar - og skipanin tryggjar, at allar neyðugar upplýsingar eru við.

Sjálvgreiðslan er kravfest í tøttum samstarvi millum ALS og Sansir. Dentur er lagdur á, at skipanin skal verða einføld og løtt at brúka, samstundis sum brúkarin verður hjálpur at útfylla teigarnar rætt.

Skipanin er gjørd við mest framkomnu tøknini og nútímans arbeiðshættunum, sum tryggja, at skipanin er stabil, sera fleksibul og tí løtt at útbyggja og halda við líka.

Skipanin væl marknaðarførd
Partur av uppgávuni var at marknaðarføra skipanina. Kunning er sera týdningarmikil, skal verkætlanin eydnast. Tey arbeiðsleysu skuldu kunnast um, at tey ikki longur skuldu á Posta at stempla. Samstundis skuldi almenningurin eisini kunnast um, at arbeiðsleys nú skulu brúka nýggju sjálvgreiðsluna hjá ALS.

Finnast skuldu nýggj heiti fyri "ALS-kortið" og "at stempla". Tað, sum svarar til "ALS-kortið", kalla vit í dag "sjálvgreiðslan hjá ALS", meðan "at stempla" er broytt til "at vátta arbeiðsloysi".

Sansir gjørdu eina einfalda kampanju, sum eydnaðist sera væl. Gjørdur varð ein faldari, sum varð sendur til øll arbeiðsleys. Saman við faldaranum var brúkaranavn og loyniorð til sjálvgreiðsluna. Harafturat varð gjørd ein blaðlýsing, ein útvarpslýsing og ein flashlýsing.

Verkætlanin eydnaðist sera væl. Meira enn helvtin høvdu váttað arbeiðsloysi í sjálvgreiðsluni fyrsta dagin og fríggjadagin kl. 12.00, tá ALS-vikan var liðug, høvdu øll váttað arbeiðsloysi.

Afturmeldingarnar frá brúkarunum vóru, at sjálvgreiðslan var løtt at brúka og kendist sum eitt framstig. Somuleiðis lata starvsfólkini hjá ALS sera væl at nýggju skipanini.


Ernst Jacobsen, stjóri á ALS, um skipanina:
"ALS hevur havt eitt sera gott samstarv við Sansir tey seinastu mongu árini. Tá ALS gjørdi av at gera eina nýggja talgilda skipan at avgreiða ALS-kortini, var tað natúrligt at heita á Sansir at átaka sær hesa uppgávu. Samstarvið millum ALS og Sansir hevur gingist sera væl og má sigast at vera fyrimyndarligt. Nýggja skipanin ger, at arbeiðsleys fáa eina nógv betri tænastu frá ALS nú enn áður. Nú kunnu arbeiðsleys yvir alnótina alt samdøgrið ígjøgnum eina viku avgreiða síni viðurskifti við ALS í mun til ein dag, tá ALS-kortið varð avgreitt hjá Posta. Nýggja skipanini leysgevur resursur, sum kunnu brúkast til at veita aðrar tænastur til arbeiðsleys."