Marknaðarføra Føroyar við sjálvspeii og skemti
Sansir hava staðið fyri einum stórum átaki í Danmark, har fordómar hjá dønum verða brúktir til at skapa eitt hugtakandi og skemtiligt univers.

Kjarnin í herðferðini er heimasíðan www.ferieoerne.dk, sum marknaðarførir Føroyar á ein heilt nýggjan hátt. Herðferðin, sum er rættað móti dønum, verður við stórum bannarum at síggja á heimasíðunum hjá Jyllands-Postinum, Politiken, Berlingske Tidende og TDC Online. Millum annað verður víst á, hvussu ferðafólk kunnu uppliva fýra árstíðir í Føroyum upp á 25 minuttir. Tey, ið trýsta á bannaralýsingina, koma inn á www.ferieoerne.dk.

Endamálið er at geva vitjandi eina kensluliga uppliving av Føroyum, har dentur verður lagdur á dreymin um Føroyar heldur enn á faktuellar upplýsingar - og at savna saman teldubústaðir, soleiðis at Atlantic Airways í framtíðini kann marknaðarføra Føroyar við teldupostum við rætta boðskapinum til røttu málbólkarnar. Tey, sum melda seg til tíðindabrævið frá Atlantic Airways, kunnu vinna tvær luksusferðir til Føroya.

Á heimasíðuni www.ferieoerne.dk verður stórur dentur lagdur á at siga, at alt, sum kann upplivast í Føroyum, er heimsins best, og í animatiónunum á síðuni er tann siðbundna postkortmyndin av Føroyum horvin. Í staðin verða møguligir fordómar hjá móttakarunum um seyðaoyggjarnar váttaðir á skemtiligan hátt, men boðskapurin er púra greiður. Føroyar mugu bara upplivast.

Heitt verður gjøgnum tíðindameyl hjá Atlantic Airways og á annan hátt at fáa so nógvar føroyingar at verða við í einum sokallaðum seedingtiltaki. Tað vil siga, at marknaðarføra Føroyar við at senda leinkjuna til www.ferieoerne.dk til so nógvar danskar vinir, sum gjørligt - og at fáa tey at senda víðari til sínar vinir.

Roynt verður eisini at fáa so nógvar danskar fjølmiðlar at taka søguna um nýggju herðferðina upp.

Atlantic Airways stendur fyri kampanjuni. Hini, sum eru við í hesum tiltaki, eru: Samvit, Greengate Incomming, 62 Norður, Hotel Føroyar og Hotel Hafnia.

Sansir eru komin við hugskoti til kampanjuna, hava lagt strategi fyri, hvussu kampanjan skal koyra, hvat hon skal innihalda og sniðgivið heimasíðuna www.ferieoerne.dk í flash. Sansir hava eisini sniðgivið bannararnar til donsku internetmiðlarnar, skrivað tekstin til heimasíðuna, staðið fyri ljóðkolasjunum, gjørt tíðindaskriv til donsku miðlarnar og gjørt tíðindameyl at senda til Club Atlantic limir.

Sansir hava staðið fyri tekniska platforminum, sum umfatar at hava eina heimasíðu, sum kann taka ímóti nógvum túsund vitjanum um dagin, uttan at síðan skal kennast sein. Flash-heimasíðan er tung og setur stór krøv til avviklingina. Tekniska loysnin frá Sansum umfatar eisini at standa fyri at senda áheitanina um at verða við at marknaðarføra Føroyar til fleiri 10.000 limir í Club Atlantic - og taka ímóti túsundvís av segmenteraðum teldubústaðum.

Vilt tú vita meira, set teg í samband við Høgna Rasmussen