CASE - EINAR WILLUMSEN
When speed and taste matter
Kundin
A/S Einar Willumsen er tann størsti útbjóðarin av smakktilsetingi í norðurlondum til føðivørur. Tey gera alskyns smakkir. Teirra kjarnuøki eru drykkjuvørur, slikk og smakkur til mjólkavirkir. Grunnurin handan Einar Willumsen hevur latið munandi upphæddir til krabbagransking síðani 1956.

Uppgávan
Summarið 2009 komu Sansir A/S í dialog við Einar Willumsen A/S, sum eftir eina størri interna strategiprosess, hevði tørv á einum nýggjum samskiftisuniversi. Einum universi, sum kundi signalera at tey eru ein moderna háteknologisk framleiðslufyritøka. Nýggja samskiftisuniversið skuldi samstundis verða við til at styrkja tann interna stoltleikan og motivatiónina fyri at arbeiða fyri fyritøkuna.

Loysnin
Sansir og Einar Willumsen hildu eina mini-workshop, har tað var útarbeitt eitt modell yvir virðir, kjarnuførleikar og  produktøki, har Einar Willumsen hava kappingarfyrimun. Hetta gjørdist støðið fyri tí nýggja samskiftisuniversinum, sum var frumsýnt á Food Ingredient Europe framsýningini í Frankfurt.

Tað kreativa universið hevur fokus á serligar loysnir og vørur, sum Einar Willumsen mennir og bjóðar sínum kundum. Smakkur er eitt evni, sum forbrúkarar ikki síggja, hóast smakkurin er týdningarmikil fyri vørurnar, hann er partur av. Tað er tí ein avbjóðing at visualisera smakkin og samstundis at positionera seg í mun til kappingarneytarnar. Hetta var loyst við at brúka øðrvísi uppmerksemisskapandi myndir. Fyri at styrkja um visuella myndauniversið varð gjørd ein pay-off við fokusi á teirra týdningarmestu kappingarparametur: "When speed and taste matter".

Fylgjandi samskiftiselementir vórðu útviklað: Visuelt snið við nýggjum pay-off, sniðgáva av framsýningarbási, profilmyndir, showreel og heimasíða, sum bleiv fylgd upp av lýsingum og framløgufrymlum.

Síggj Einar Willumsensa heimasíðu her

Heimasíðan er ment í Sansir.Net. Tú kanst lesa meira um Sansir.Net her.

Vilt tú vita meira um líknandi uppgávur, kanst tú ringja til Høgna Rasmussen á tel 355 355.
Vilt tú vita meira, set teg í samband við Høgna Rasmussen.
SANSIR
FAROE ISLANDS
Dvørgastígur 7
FO-110 Torshavn
Faroe Islands
Tel +298 355 355 
info@sansir.fo
www.sansir.fo
SANSIR
DENMARK
Toldbodgade 12, 3
1253 København K
Denmark
Tel +45 35 30 40 40
info@sansir.dk
www.sansir.dk
Innrita