Imagefaldari, hvørs líka ongin hevur sæð fyrr
Tá Sansir vunnu kappingina hjá Uttanríkisráðnum um at gera ein nýggjan imagefaldara, var málið at gera ein faldara, hvørs líka ongin hevði sæð fyrr. Við myndagóðsku í heimsklassa, rúnarbindandi søgum og forvitnisligum andlitum, hava vit á Sansum víst, hvussu Føroyar kunnu marknaðarførast á ein øðrvísi hátt.

Tað var í 2010, at vit vunnu spennandi kappingina um at gera ein imagefaldara fyri Uttanríkisráðið. Nú uppgávan er fullførd og latin okkum av hondum, kunnu vit við stoltleika staðfesta, at málið er rokkið: Hesin faldarin vísir landsins andlit, so sum ongin hevur sæð tað fyrr.

Vit settu okkum fyri, at imagefaldarin skuldi vekja so sterkar kenslur fyri Føroyum, at lesarin fekk eitt brennandi ynski um at vitja fjarskotna og ævintýrakenda oyggjalandið við heimsins enda.

At røkka hesum máli, valdu vit nøkur føroysk høvuðstemu og umskaptu tey til myndir.

Til endamálið brúktu vit frágreiðingina hjá Simon Anholt um kappingarsamleika Føroya, greinina úr National Geographic Traveler Magazine, har Føroyar verða kosnar at vera heimsins mest áhugaverdu oyggjar at vitja, umframt virkisætlanina hjá VisitFaroeIslands um marknaðarføring av Føroyum sum ferðamál.

Fólk vilja hava fólk
Tað er ein sannroynd, at fólk eru mest áhugað í øðrum fólkum. Í frágreiðing síni staðfesti Simon Anholt eisini, at flestu býir og lond fara skeiv við bara at vísa fram deyðar lutir so sum bygningar og fjøll.
 
Vit hava tí latið nøkur av okkara evnaríkastu listafólkum leiða lesaran runt í landinum undir ymsum serføroyskum yvirskriftum, sum vit í tilgongdini hava rópt tema.

Útvaldu listafólkini, ið longu hava víst slíka listaliga dygd, at tey hava møguleika at gerast heimskend, eru Eivør, Guðrun & Guðrun, Sunleif Rasmussen, Rannvá Kunoy, Barbara í Gongini og Teitur. Harumframt hava vit valt heimskenda føroyska landsliðið í fótbólti.

Alt dugnalig fólk, sum vit í Føroyum eru errin av!

Listafólkini eru okkara ambassadørar
Í frágreiðing sínari vísir Simon Anholt á, at Føroyar hava brúk fyri ambassadørum. Listafólkini skulu gera Føroyar kendar, og ætlanin er eisini, at faldarin skal hjálpa listafólkunum at gerast heimskend. Hetta skuldi so aftur havt við sær, at tey gerast uppaftur betri ambassadørar fyri Føroyar.

Á hvørjari mynd er ein stuttur tekstur um listafólkini, umframt leinki til heimasíður teirra.

Boðsendu myndamann forsetans
Myndirnar í faldaranum eru í einari góðsku, sum vit ongantíð áður hava sæð í føroyskum ferðavinnuhøpi. Myndamaður er víðagitni íslendingurin Ari Magnusson, sum hevur vunnið fleiri altjóða myndakappingar, eins og hann hevur vunnið eina rúgvu av íslendskum kappingum.

Ætt myndamansins hevur livað av at taka myndir í fýra ættarlið, og myndir hansara eru eyðkendar av at vera stúgvandi fullar av søgum og løgum.

Tí er tað eisini Ari, sum verður boðsendur, tá ið íslendski forsetin skal fangast í linsuna.

Skapandi tilgondin
Tað eru sum sagt vit á Sansum, sum hava skapt konseptið, sniðgivið faldaran, sett hann upp og samskipað alt arbeiðið.

Uppskotið bleiv til í juni 2010, og síðan hava vit brúkt veturin til at leggja hann til rættis, menna og finna tekstastíl og støð til myndatøkurnar.

Allar myndirnar eru fyrireikaðar niður í smálutir undan sjálvari myndatøkuni, og nógv tíð er farin til at finna rætta staðið, útgerðina, lutirnar og fólkini.

Grafiska arbeiðið er gjørt við modernaður sniði, einari modernaðari skrift og við livandi elementum, sum forma seg eftir myndunum.

Poetisku tekstirnar hevur yrkjarin Sissal Kampman skrivað, við støði í forleggi frá Sansum, sum sjálvir hava orðað faktuellu tekstirnar.

Fleiri málbólkar
Faldarin vendir sær bæði til málbólkin yvir fimti við áhuga fyri náttúru og mentan, málbólkin yngri fólk, sum vil hava eitt sindur ekstremar náttúruupplivingar, umframt málbólkar við serligum áhugumálum, eitt nú fuglaáhugað ella gongufeløg.

Faldarin fæst við at venda sær til VisitFaroeIslands ella ferðaskrivstovurnar. Eisini er hann hentur hjá vinnulívsfólkum, tá teimum tørvar eina lættari lýsing av Føroyum.

Errin og takksom
Samanumtikið eru vit á Sansum ómetaliga væl nøgd við avrikið, sum er ein faldari við myndum, sum ongantíð eru sæddar fyrr í Føroyum.

Vit eru sera takksom fyri, at listafólkini og landsliðið vildu luttaka í myndatøkunum, har tey hava brúkt bæði dagar og nætur til hvørja mynd.

Eisini vilja vit takka Klaksvíkar dansifelag, statistum og hjálparfólkum, sum hava verið sera beinasom.

Og ikki minst eru vit á Sansum takksom fyri, at vit fingu heiðurin at loysa eina so stóra og samleikaskapandi uppgávu fyri Føroyar.


Orð, ið skapa myndir

Tema: Shangri-La
Hugtakið Shangri-La hevur verið yvirskipað arbeiðstema í tilgongdini at gera faldaran. Shangri-La er ímyndin av friðsælu, óspiltari náttúru og innari ró.

Simon Anholt ger nógv burtur úr hesum hugtaki í frágreiðing sínari, har hann vísir á, at fjareystur nú er komið so tætt at Evropa, at mystikkurin er burtur. Tí kundi Shangri-La eins væl verið í Føroyum, sum í dag eru meira forkunnugar enn til dømis India.



Tema: náttúran
Tá ið Simon Anholt vitjaði oyggjarnar fyrstu ferð, varð hann tikin av bóli av føroysku náttúruni. Á myndini eru Guðrun og Guðrun farnar ein gongutúr og eru steðgaðar á at njóta stórsligna útsýnið úr Gásadali.

Myndin er ikki tilvildarlig, tí eisini National Geographic Traveler Magazine vísir á óspiltu náttúruna og fossarnar sum eitt ómetaligt tilfeingi, ið vit ikki mugu undirmeta. Harumframt er tað ein fongur fyri náttúruna, at Føroyar ikki eru rendar um koll av ferðafólkum.



Tema: fuglalívið
Føroyar eru eitt satt fulglaparadís. Fólk kring allan heim hava stóran áhuga fyri fuglalívi, og í Føroyum kunnu tey gerast partur av sjálvum fuglalandinum. Hetta er ein ógloymandi sjón hjá teimum flestu. Á myndini stendur Sunleif Rasmussen og stjórnar fuglaorkestrinum. Íblásturin til myndina stavar frá stórverki hansara Oceanic days.



Tema: byggilist og flagtekjur
Nakað, sum flestir útlendingar varnast, tá ið teir koma hendan vegin, eru flagtekjurnar. Á myndini situr Rannvá Kunoy í kvistinum, sum kundi verið hennara málikamar ella heim, og prátar við mannin, sum slær grasið á tekjuni.



Tema: fisking á havinum
Fisking á havinum er eitt ítriv, sum hevur serligan áhuga hjá ávísum málbólkum. Her er orkestrið Týr farið út at fiska við Norðlýsinum, og teir hava fingið ein stóran kalva á línuna.
 


Tema: tíðin
Føroyingar geva sær so góðar stundir, at tað viðhvørt tykist sum, at tíðin stendur í stað. Hetta kemst av, at vit eru bundin at náttúruni og mugu laga okkara modernaða lív eftir henni.

Í ferðamannahøpi er hetta ein dygd, sum bæði Simon Anholt og National Geographic eisini gera vart við. Ein dygd, sum ein ikki finnur í stórbýunum, har alt verður stýrt og allan vegin merkt av menniskjans hondum.

Á symbolsku myndini møtast fortíð, nútíð og framtíð, tá Barbara í Gongini og ein klædnamodel verða forðaðar í ferðsluni av einum einum seyðafylgi, tá tær koma koyrandi í sjarmerandi ellisakfari í Saksun.



Tema: Havnin
Myndin vísir høvuðsstaðin Tórshavn úr Vágsbotni, við stuttleikabátum, kaffistovum og Havnar Kirkju. Leikarar á landsliðnum hugna sær eftir vunnan dyst. Teir spæla bólt og njóta lívið, meðan ein ungur fjeppari biður um ein autograf.



Tema: mentanin
Føroyska mentanin er serstøk. Á myndini síggja vit føroyskan dans og tjóðbúnar. Gamla mentanin, sum føroyingar hava varðveitt, er nakað heilt serligt. Hetta vísa bæði Simon Anholt og National Geographic á. Men mitt í dansiringinum stendur Teitur, sum er kendur fyri at syngja um tað lokala í tí globala.


Við støði í fremstu serfrøðini

Um frágreiðingina hjá Simon Anholt
Frágreiðingin, sum faldarin millum annað tekur støði í, er úrslit av einum bólkarbeiði hjá einum breiðum skara av føroyingum, umboðandi ferðavinnu, mentan og útflutningvinnur av ymsum slag.

Bólkurin kom fram til 18 virðisorð, sum eyðkenna Føroyar og føroyingar. Úr rúgvuni valdu Sansir nøkur teirra, sum høvdu týdning fyri faldaran. Tað vóru orð sum: siðvenja, at geva sær stundir, mentan, røtur, stillføri og friður, at Føroyar eru sjáldsamar, og at vit í Føroyum liggja á markinum millum siðmenning og náttúru.

Simon Anholt kemur fram til, at tað eru nakrar lyklaupplýsingar, sum føroyingar eiga at brúka um Føroyar.

Hann heldur, at Føroyar á enskum skulu eita Faroe Islands, ikki Faroe ella Faroes. Vit skulu vísa á, at Føroyar liggja millum Skotland, Ísland og Noreg, og at Føroyar eru ríkar og modernaðar. Eisini skulu vit fortelja, at Føroyar eru eitt lítið land við lítlum fólkatali, og at vit eru partur av Skandinavia.

Sambært Simon Anholt eiga Føroyar nakað, sum sera fá eiga: Vit liggja mitt á markinum millum siðmenningina og náttúruna.

Hann heldur okkum vera sjáldsom, men á ein positivan hátt. Ella "7 stig vestanfyri tað normala," sum hann tekur til. Hetta skal skiljast á tann hátt, at vit eru ógvuliga lík Londonbúgvum, men tó ørðvísi. Júst hetta kann síggjast aftur í myndunum, sum flestar hava eina, fyri útlendingar, sjáldsama samanseting.
Vilt tú vita meira, set teg í samband við Høgna Rasmussen.

Síggj faldararnar í fullum skermi:

Súsanna Sørensen:

"Vit á Uttanríkisráðnum valdu uppskotið hjá Sansum, tí vit hildu, at uppskotið var ein øðrvísi háttur at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Uppskotið brúkar tilmælini í frágreiðingini hjá Simon Anholt á ein kreativan hátt við at avmynda fólk, sum á ymsan hátt gera vart við seg uttanlands á mentunarøkinum, á náttúruvøkrum støðum í Føroyum, ið vanliga verða brúkt at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál, t.d. Saksun, Gásadal og Tjørnuvík."
Samrøða í GMF um imagefaldaran

Samrøða við Súsonnu Sørensen og Høgna Rasmussen um nýggja imagefaldaran í Góðan morgun Føroyar - Kringvarp Føroya.