Closed for maintenance, open for voluntourism

"Closed for Maintenance" var víðagitna átakið hjá Visit Faroe Islands, ið bjóðaði fólki kring allan heimin at taka lut í arbeiðinum um at varðveita og verja føroysku náttúruna. Í tøttum samstarvi við Visit Faroe Islands stóðu Sansir fyri marknaðarføringini, kampanjumenningini og PR arbeiðinum. 

Tað komu sjálvboðin úr 25 londum sum ynsktu at hjálpa at røkja okkara oyggjar. Og tá átakið var liðugt, var bøtt um tíggju vælumtókt ferðastøð í Føroyum við gøtum, trappum og líknandi.

Átakið "Closed for Maintenance" hevur givið íblástur til eina røð av øðrum ferðavinnufeløgum í heiminum, sum hava gjørt líknandi tiltøk.

Visit Faroe Islands hevur valt at gera "Closed for Maintenance" til eitt árligt afturvendandi átak, og í 2019 teknaðu 5.000 sjálvboðin fólk seg eftir bert einum samdøgri.

World Economic Forum útnevndi átakið sum eitt av teimum 10 mest nýhugsandi framtøkum fyri klótuna í 2019.

CFM 01
“The idea of closing a country to tourists to promote tourism is a classic example of boosting demand by restricting supply. In so doing the islands’ tourism bosses have been able to very cleverly tell a clear sustainability story while appearing not to turn their backs on holidaymakers. ”
Matt Wilcock, Creative director at Cow
CFM 02
Vfi Maintenance 02
Vfi Maintenance 01
Vfi Maintenance 03