Føroya Banki
- Branding
- Grafiskur samleiki
Nýggjur veruleiki, nýggj kós og nýtt navn.
Uppgávan var at sniðgeva nýggjan samleika til alt samtakið – nú Føroya Banki aftur skuldi eita Føroya Banki.
Um vit hyggja eftir nøvnunum Føroya Banki, Trygd og Skyn, so er bókstavurin Y felagsnevnari. Hetta gjørdist grafiska DNA’ið fyri samleikarnar hjá øllum trimum. Grundformurin úr Y’num er brúktur sum høvuðsíblástur til mynstur og animatión.
Við heilt serstøku búmerkjaskriftini, sum hevur eitt bleytari touch, kennist nýggi samleikin í dag meira nærverandi og viðkomandi – og harvið eisini meira inkluderandi og fevnandi. Júst sum nýggi veruleikin og nýggja kósin løgdu upp til.
Tíðarleyst, klassiskt og nærverandi.
Vælkomin heim, Føroya Banki.