Sev Www 02

SEV gevur føroyingum innlit í orkuframleiðslu og orkunýtslu 

Heimasíðan er spennandi og upplýsandi, og til ber at fylgja við í el-framleiðsluni í Føroyum, umframt prosentbýtinum millum orkukeldurnar. Eisini ber til at fáa innlit í orkuframleiðsluna og orkubýtið fyri ávís tíðarskeið.

Við nýggja orkuportalinum "Mítt SEV" ber til hjá kundanum at fáa betri innlit í egna el-nýtslu, og møguleiki er fyri tættari samstarvi millum kundan og SEV. "Mítt SEV" kann vera serliga hent fyri vinnukundar og stovnar, ið kunnu nýta orkuportalin sum eitt amboð til betri yvirlit og stýring av elnýtsluni.

Sansir hava staðið fyri ráðgeving, sniði, forriting og verkseting av heimasíðuni, umframt ráðgeving og sniðgeving av orkuportalinum. 

Vitja heimasíðuna hjá SEV her

Screen Shot 2021 03 26 At 14.16.05
Sev Www 03
Skærmbillede 2021 03 22 Kl. 09.32.15
Skærmbillede 2021 03 29 Kl. 09.52.16