TK-8

Umfatandi heimasíða til Tórshavnar kommunu

Sansir hava ment heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu. Arbeiðið er ein heildarveiting og fevnir um ráðgeving, snið, forriting og verkseting.

Heimasíðan er ment í Umbraco Open Source, sum er ein trygg, kend, vælumtókt og brúkaravinarlig heimasíðuskipan.

Heimasíðan er ment og skipað soleiðis, at tað skal vera lætt hjá brúkaranum at finna viðkomandi tilfar og avgreiða síni ørindi. Samstundis er tað skjótt og lætt hjá starvsfólkunum í kommununi at leggja út nýtt tilfar á heimasíðuna.

Tað eru nógvar sergjørdar funkur á heimasíðuni - eitt nú ein sterk leitifunka, sum skjótt og ómaksleyst finnur tað, brúkarin leitar eftir. Eisini er sambinding við ymisk kort, sum gera tað lætt og skjótt hjá borgarum at finna kunning um ávís øki í kommununi.

TK 2 1
TK 04