2560 Lms 05 Www

Ein felags heimasíðuskipan

Tá Sansir menti og sniðgav felags heimasíðuna til Føroya landsstýrið og landsfyrisitingin, fingu eisini øll stjórnarráðini nýggjar heimasíður. Allar síðurnar byggja á eina felags heimasíðuskipan.

Endamálið við nýggju heimasíðunum var at geva borgarunum eina talgilda inngongd til landsfyrisitingina, at betra um kunningina og at styrkja felags samleikan hjá Føroya landsstýri.

Við eini felags síðu, skipað eftir einum og sama leisti, er tað lættari hjá borgaranum og fjølmiðlum at fáa kunning um virksemið og politikkin hjá landsstýrinum.

Heimasíðurnar kunnu síggjast her: Government, Føroya landsstyriLøgmansskrivstovanFiskimálaráðið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Vinnumálaráðið, Mentamálaráðið og Fíggjarmálaráðið.

2560 Lms 06 Www