Heimland
- Samleiki
- Branding
Eitt náttúrligt, sterkt og upprunaligt brandunivers
– sprottið úr staðnum, har søgan byrjaði.
Føroyar kann av røttum kallast heimlandið hjá Atlantic Salmon, tí beint norðanfyri okkum livir og veksur hann í sínum náttúrliga umhvørvi.
Heimland: landið, har ein eigur heima – Home of the Atlantic Salmon. Eitt navn, ið ber við sær føroysku náttúruna, ættarbondini og upprunan á Bakka, har tað heila byrjaði í 1968.
Grafiski samleikin byggir á upprunalinjurnar – teknaðar eftir hæddarstrikunum á føroyakortinum, júst á økinum kring Bakka. Linjurnar skapa eitt livandi, organiskt og samtíðar úttrykk.
Slagorðið “Shaped by nature. Raised with passion.” sameinir føroysku náttúruna, okkara siðaarv og okkara eldhuga.
Heimland – okkara uppruni. Okkara náttúra. Okkara siðaarvur. Okkara laksur.
Shaped by nature. Raised with passion.