HKH Faldari Mockup HD

Hennara hátign Margretha Drotning fekk forkunnuga gávu

Lat okkum gera tað heilt greitt: Sansir er ikki "Leverandør til Det Kongelige Danske hof". Men kortini kennist tað, sum at vit eru tað.

Í tøttum samstarvi við Tjóðsavnið og Løgmansskrivstovuna, hava Sansir arbeitt við hugskotinum, gávuni, faldaranum og heimasíðuni í sambandi við, at Hennara hátign Margretha Drotning tann 14. januar hátíðarhelt 50 ára dagin sum regentur í danska ríkinum.

Gávan varð handað á hátíðarhaldi á Christiansborg, og eru 50 tær fyrstu planturnar av pílaslagnum Salix arctica – arktiskur pílur –, sum skulu gróðursetast í Koltri. Hetta verður gjørt í sambandi við, at oyggin Koltur verður Føroya fyrsta náttúrufriðøki.

Til endamálið varð eisini ein heimasíða gjørd sum greiðir frá um Koltursverkætlanina og gávuna til Drotningina. Heimasíðan sæst her: www.koltursplanen.fo

Koltursverkætlanin er ein spennandi verkætlan, sum Tjóðsavnið stendur fyri. Verkætlanin snýr m.a. um at taka av seyðin í stórum parti av oynni og endurskapa upprunaligu náttúruna í Koltri, sum hon var áðrenn fólk búsettust har. Arktiski pílurin er ein av hesum uppruna plantum, sum ynski er at endurskapa í náttúruni.

Kublu HD
Kunoy Fullhd
HKH Faldari 02 Mockup