Nand 2560X1270px 02

Ein samleika, ið sameinir eldraøkið

Nýggjur samleiki sameinir eldraøkið hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Í tøttum samstarvi við stýrið og leiðslu innan eldraøkið hjá báðum kommununum, hava Sansir ment nýggjan grafiskan samleika og navn.

Við ársbyrjan 2015 yvirtóku føroysku kommunurnar ábyrgdina av eldraøkinum, og tóku Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna tá avgerð um at fara undir javnbjóðis samstarv innan eldraøkið. Hetta varð gjørt undir navninum “Heimatænastan”.

Nýggja navnið er Nánd og ímyndar eina nýggja byrjan og vísir til samstarvið í økinum.

Nánd inniber bæði at fara út til borgaran, har hann býr, og at veita tænastur á sambýlum og stovnum, har ið fólk búgva. Navnið hevur eisini ein landafrøðiligan týdning, tí hetta snýr seg um samstarv í nærumhvørvinum í økinum, har kommunurnar samstarva um eldraøkið, tað vil siga í Gøtu, Leirvík, Fuglafirði, á Gøtueiði og á Hellunum.

Búmerkið er ein blanding av tveimum litum. Hetta ger búmerkið spennandi og lívligt. Báðir litirnir ímynda eisini samstarvið millum báðar kommunurnar.

Nand 2560X1270px 01
2560 Nand 04
2560 Nand 03
2560 Nand 07