Remote Tourism
- PR átak
Tá COVID-19 rakti heimin í 2020, gjørdist støðan heilt serstøk.
Ferðavinna varð hart rakt og spurningurin var tí, hvussu man kundi varðveita áhugan fyri Føroyum, nú ferðafólk ikki kundu ferðast til okkara land.
Við at skapa, menna og verkseta átakið "Remote Tourism" fyri Visit Faroe Islands, gjørdist tað møguligt hjá ferðafólki úr øllum heiminum at stýra einum føroyingi og uppliva Føroyar á ein heilt øðrvísi hátt.