Tá vit fleirfaldaðu ferðafólkavitjanina, meðan Covid-19 herjaði

Við “Remote Tourism” gjørdu Sansir, saman við Mensch, eitt heimskent PR-átak fyri Visit Faroe Islands, samstundis sum vit forritaðu og mentu heimsins fyrstu KT-skipan, sum LIVE kann fjarstýra veruligum fólkum hinumegin jørðina.

Remote Tourism konseptið gjørdi tað møguligt hjá ferðafólki úr øllum heiminum at uppliva Føroyar umvegis eina føroyska ferðaguide, sum varð stýrd við einum joystikkið á snildfonini, tablet ella teldu.

Úr sofuni í t.d. London, Sydney ella New York, kundu fólk stýra hvønn veg viðkomandi í Føroyum skuldi ganga, og samstundis fingu tey frágreiðingar um støðini, ið vitjað vórðu.

Hóast tað bert var ein í senn, ið stýrdi virtuella føroyingunum, so kundu øll onnur fylgja við á túrinum.

Sambært Associated Press varð søgan tann stórsta ferðavinnusøgan í heiminum, og eftir bert seks vikum hevði Føroyar havt heili 700.000 "vitjandi".

Vfi 01
2560 Vfi Remote 02