RK_Case_rættarstøddir_Strategiskjal.jpg

Reyði Krossur Føroya

  • Grafiskur samleiki
  • Átak
  • Heimasíða

Ein sterk og savnandi rødd, sum fevnir breitt.

Við dagføringini av samleikanum, nýggju heimasíðuni og serstaka 100 ára búmerkinum eru søgan, virðini og virksemið hjá Reyða Krossi Føroya savnað í ein greiðan og samanhangandi samleika.

Nýggi samleikin røkkur breitt, hóskar væl til talgildar miðlar og endurspeglar fjølbroytnið í virkseminum hjá Reyða Krossi Føroya – frá fyrstuhjálp og sjálvbodnum í Føroyum til altjóða hjálpararbeiði.

Í sambandi við 100 ára haldið hava vit ment eitt serstakt búmerki, sum knýtir søguna og nútíðina saman og gevur hátíðarárinum ein eyðkendan visuellan samleika.

Nýggja heimasíðan ger tað lætt hjá vitjandi at finna júst tað, teimum tørvar – um tey vilja veita hjálp ella leita sær hjálp.

Ein dagførdur og samanhangandi samleiki, sum byggir á 100 ára søgu og er gjørdur til at bera Reyða Kross Føroya víðari.

RK_Case_rættarstøddir_Tote.jpg RK_Case_rættarstøddir_RKF 100 ár.jpg
RK_Case_rættarstøddir_Website.jpg
RK_Case_rættarstøddir_Rollups.jpg
RK_Case_rættarstøddir_Summarlegan.jpg