Brandan 11

Navnið eyðkennir tey vitjandi

Sansir hava staðið fyri visuella samleikanum hjá føroyska Hotel Brandan. Arbeiðið fevndi um ráðgeving, navngeving, snið av búmerkið og sniðhandbók.

Hotel Brandan er uppkallað eftir Sankta Brandan (484 - 577), ið var írskur munkur og fyrsti navnnevndi maður, ið kom til Føroya.

Brandan var ein ævintýrari og sigldi víða um høv fyri at kanna oyggjar og lond og skrivaði dagbók frá ferð síni í Føroyum.

Brandan sigldi millum føroysku oyggjarnar, hann gekk í fjøllunum og lýsti sera bergtakandi ta vøkru náttúruna. Og harav navnið: Eins og Brandan eru flestu vitjandi á føroyska Hotel Brandan ævintýrarar, sum vitja forkunnugu og einastandandi Føroyar.

Brandan 01
Brandan 10
Brandan 08
Brandan 09