SEG BF Folk

Størsta sølumessa innan sjógæti

Seafood Expo Global er heimsins størsta sølumessa innan sjógæti. Í fleiri ár á rað hava føroyskar útflutningsfyritøkur av fiskavørum luttikið í sølumessuni í Brússel og fingið vitjan av keyparum úr øllum heiminum.

Seinastu árini hevur Sansir, í tøttum samstarvi við Vinnuhúsið, verið veitari til føroyska landabásin, ið fevnir um sniðgeving av básum og aðrar praktiskar tænastur.

IMG 8931
“Kappingin um keyparar er hørð, og tí er tað týdningarmikið, at básurin umboðar føroysku fyritøkurnar og teirra dygdarvørur á besta hátt.”
Lena L. Mohr, stjóri Sansir
IMG 3065
Seg 0 2015