Self-Navigating cars

  • PR átak
  • Heimasíða

Ein føroysk loysn til ein altjóða trupulleika

Tað er ein vaksandi trupuleiki í heiminum – eisini í Føroyum – at ferðafólk savnast kring tey somu kendu støðini. Hetta skapar eitt stórt trýst á ávís øki, og kann hava keðiligar avleiðingar fyri bæði staðið og fólkini á staðnum.

Í eini roynd at loysa trupulleikan, hava vit, í samstarv við Mensch, skapt og verksett Self-Navigating Cars fyri Visit Faroe Islands.

Átakið fevndi millum annað um ein PR-film og eina sergjørda skipan, sum tilvildarliga velur hvørja leið ferðafólkini skulu koyra.

Self-Navigating Cars skipanin spreiðir síðani ferðafólkini út til ymisk – og oftan minni kend – støð kring Føroyar, har tey fáa spennandi og óvæntaðar upplivingar.

3840x1644_akraberg.jpg
1845x1845.jpg 1845x1845_vegur.jpg