Faroe Islands Translate

Í 2016 gjørdu vit Sheep View, tí vit ikki høvdu Google Street View. Í 2017 gjørdu Faroe Islands Translate, tí Google Translate hvørki umsetur úr ella til okkara egna móðurmál.

Saman við donsku Mensch hava vit ment hugskotið til kampanjuna Faroe Islands Translate og forritað sjálva skipanina og heimasíðuna aftanfyri. Kampanjan varð gjørd til Visit Faroe Islands og Atlantic Airways, har eingin peningur varð settur av til innrykkingar.

Vitja Faroe Islands Translate her

415364 58B219d02cb643a9bddcc424c478272f
“Søgan hevur rokkið meira enn 1,4 milliardum fólkum úr 182 ymiskum londum, og fleiri enn 1,3 millión ferðir eru setningar skrivaðir í umsetingarfeltið á 215 ymiskum málum. Tí kann staðfestast, at marknaðarátakið hevur eydnast sera væl, og vit hava allarhelst longu sett heimsmet.”
Tór Verland Johansen, stjóri Sansir
VFI Translate 2560Px 1