Vinnudagurin 2026
- Grafiskur samleiki
Vinnudagurin hevur fingið ein nýggjan grafiskan samleika við heiðran og vøkstri sum berandi lyklaorðum. Hesi koma til sjóndar í litum, formum og rørslum og skapa ein samleika, sum bæði er hátíðarligur og livandi.
Vinnudagurin er ein hátíðardagur fyri føroyskt vinnulív, har Ársins Virki og Ársins Vinnuátak verða kosin. Hetta hátíðarliga huglagið sæst aftur í litavalinum, meðan form og rørslur taka støði í vøkstri, broyting og evninum at laga seg eftir nýggjum umstøðum – evni, sum eisini ganga aftur á skránni fyri Vinnudagin.