Skærmbillede 2021 11 26 Kl. 16.35.32

Sansir hava sniðgivið nýggja búmerkið hjá Vørðsluni.

Hjá Vørðsluni ið støðugt hevur fornýggja seg og sítt virksemi, var tíðin nú komin eisini at dagføra búmerkið.

Nýggja búmerkið er stílreint og elegant og endurspeglar teirra nútímans samleika og klædnastíl. Búmerkið er einkult, og talar til bæði tað feminina og maskulina, júst sum Vørðslan, ið selur klæðir til kvinnur og menn.

Umframt ráðgeving og sniðgeving av búmerkinum, fevndi uppgávan eisini um at sniðgeva og samskipa skelting, posarnar, gávukort, silkipapír, klistrimerkir og umbýtingarmerkir.

V Ymiskt
V Skelti
V Vindeyga 2
V Vindeyga 1