Dátuverndarkunning

Hjá Sansum taka vit verju av persónsupplýsingum í størsta álvara, og handfara allar dátur sambært galdandi dátuverndarlóg.

Endamál

Endamálið við politikkinum hjá okkum um persóndátuvernd er at greiða frá, hvussu vit savna, verja og nýta persónsupplýsingar.

Politikkurin er ætlaður:

Tá Sansir umsitur kunning um starvsfólk, kundar ella veitarar, er Sansir dátuábyrgdari.

Tá Sansir er veitari av heimasíðuloysnum og øðrum KT-loysnum, eru Sansir dátuviðgerði og virka tá eftir dátuviðgerðaravtalu við kundan.

Tá tú søkir starv

Tá tú søkir starv hjá Sansir, savna vit upplýsingar um navn, bústað, telefonnummar, aldur, útbúgving og arbeiðsroyndir.

Upplýsingarnar verða bert nýttar í sambandi við setanartilgongdina og verða goymdar í mesta lagi í seks mánaðir. Móttakarar av persónsupplýsingunum eru leiðarar hjá Sansum. Vit senda ikki dátur víðari til triðjapartar.

Tá tú vitjar okkara heimasíðu

Heimasíðan www.sansir.fo nýtir ikki farspor (eisini kallað cookies).

Tá tú ert kundi ella samstarvspartur

Hevur tú eitt vinnuligt samband við Sansir, skráseta og viðgera vit bara vanligar persónsupplýsingar – ikki viðkvæmar dátur.

Vit hava tørv á hesum upplýsingum fyri at kunna umsita kundasambandið og veita viðkomandi og málsrættað samskifti. Sansir savnar bert tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at kunna geva tær eina góða og persónliga tænastu.

Tá tú ert kundi ella samstarvsfelagi, hava vit – umframt felagsupplýsingar – í minsta lagi tørv á navn, telefonnummari og teldupostadressu. Harumframt kunnu vit skráseta upplýsingar, sum hava týdning fyri okkara samskifti við teg, t.d. luttøku í fakligum tiltøkum, leinki til LinkedIn-profil og dagfestingar um, nær vit hava tosað saman.

Upplýsingar um teg verða goymdar í okkara fíggjarskipan (um tú ert kundi) og í okkara CRM-skipan. Vit goyma og nýta tær einans, so leingi sum vit hava eitt sakligt og lógligt endamál við viðgerðini.

Hvat brúka vit tínar persónsupplýsingar til?

Sansir brúkar tínar persónsupplýsingar til:

Samskifti og marknaðarføring

Ert tú kundi hjá Sansir, og hevur tú givið okkum tína teldupostadressu, kunnu vit senda tær tíðindi og boð um vørur og tænastur, sum eru líknandi teimum, tú longu keypir frá okkum – eisini uttan serligt samtykki.

Tá tú meldar teg til eitt tiltak, tíðindabræv ella fyllir út oyðublaðið "Set teg í samband" á heimasíðuni, gevur tú samtykki til at vit kunnu seta okkum í samband við teg við tíðindum, tilboðum og innbjóðingum. Tú hevur tá givið okkum ymiskar persónsupplýsingar, eitt nú navn, teldupost og telefonnummar, og Sansir kann nýta hesi til at senda tær boð umvegis teldupost, sms og sosialar miðlar (t.d. Facebook og LinkedIn).

Tú kanst altíð taka títt samtykki aftur við at skriva til datuvernd@sansir.fo ella við at melda frá á tíðindabrævinum.

Tíni rættindi

Tú hevur rætt til at fáa innlit í hvørjar upplýsingar vit hava um teg, og at biðja um at fáa tær rættaðar ella strikaðar.

Til hetta ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk á datuvernd@sansir.fo.

Kærur kunnu sendast til Dátueftirlitið. Les meira á www.dat.fo.