ArtiCon - eitt trygt grundarlag

Sansir hava gjørt stuttan film um byggifyritøkuna ArtiCon.

Við greiðum mannagongdum, hollari prosjektleiðslu og neyvari góðskutrygging, veitir ArtiCon røttu dygd, rættstundis og fyri avtalaðan prís.

Í filminum greiðir Jón Sigurdsson, stjóri, frá um prosjektleiðslu. Evelyn Gaard, HTU, tosar um heilsu, trygd og umhvørvi. Og Niclas Joensen, fíggjarstjóri, vísir á týdningin at hava neyva góðskutrygging. Filmurin kann síggjast niðanfyri.

Sansir hava staðið fyri hugskoti, konsepti, storyboard og vegleiðing. Polar Films hevur staðið fyri upptøku, klipping og colorgrading.