ArtiCon fingið nýggja heimasíðu

Størsta byggifyritøkan í landinum, ArtiCon, hevur fingið nýggja heimasíðu frá Sansum.

Á heimasíðuni er yvirlit yvir arbeiði, sum ArtiCon gjøgnum 15 ár hevur veitt sínum viðskiftafólkum. Eisini fæst innlit í hvørja tilgongd ArtiCon hevur til prosjektleiðslu og góðskutrygging, umframt heilsu, trygd og umhvørvi.

Heimasíðan er sjálvandi responsive og tillagar seg tískil bæði til stórar skermar og lítlar skermar, sum t.d. á iPhones, iPads og Android. Vitja heimasíðuna hjá ArtiCon her: www.articon.fo