Beinta er nýggi lýsingaráðgevin á Kvinnu

Beinta Joensen er nýggja, ágrýtna starvfólkið í hópinum hjá Kvinnu, har hon fer at starvast sum lýsingaráðgevi.

Beinta er úr Havn, har hon býr saman við sjeikinum, og saman hava tey tvey børn, ein 4 ára gamlan drong og eina gentu, ið júst er vorðin 1 ár. 

Beinta hevur lisið International Marketing & Erhvervssprog Engelsk á Copenhagen Business School og er útbúgvin Cand.ling.merc. Hon hevur búð í Keypmannahavn í nógv ár og hevur arbeitt sum marknaðarleiðari á altjóða fyritøkuni Verbatim/Freecom, har hon hevur havt ábyrgdina av allari marknaðarførsluni í skandinavisku londunum.

Hennara styrki er ráðlegging, framhaldsviðgerð, gott samskifti - og so er hon miðvís, íðin og framtøk. 

Harumframt dámar Beintu væl at skipa fyri tiltøkum, at taka myndir, ferðast og hyggja eftir einum góðum filmi við vinkonunum. Um ein kemur á gátt hjá Beintu, er Kvinna at finna á nógvum hillum í húsinum. Hon elskar at seta seg væl til rættis við einum café latte og nýggjastu Kvinnu.

Vit ynskja Beintu vælkomna.