Dánjal Samuelsen nýggjur ráðgevi á Sansum

Sansir hava sett Dánjal Samuelsen í starv sum ráðgeva.

Dánjal Samuelsen hevur drúgvar royndir innan marknaðarføring, KT-menning og projektleiðslu.

Seinastu árini hevur Dánjal Samuelsen verið marknaðarleiðari á Elektron. Í 2006 og 2007 arbeiddi Dánjal Samuelsen sum ráðgevi á Sansum.

- Vit kenna Dánjal Samuelsen sum ein dugnaligan og vældámdan samstarvsfelaga, so tað er við gleði, at vit kunnu boða frá, at hann aftur verður partur av toyminum á Sansum, sigur Lena L. Mohr, stjóri, í stuttari viðmerking.

Dánjal Samuelsen er útbúgvin bachelor í Ha. Dat á Copenhagen Business School og hevur í yvirbygninginum millum annað lagt dent á talgilda marknaðarføring, strategiskt samskifti og KT-menning.

Dánjal Samuelsen tekur við starvinum á Sansum 1. juni.