Eitt herðaklapp til allar Føroyar

Í kapping við 217 aðrar filmar vann summarfilmurin, sum varð gjørdur fyri Visit Faroe Islands, virðisløn í Kekkia.

Sum umboð fyri Sansir vóru Bogi Henriksen, kreativur stjóri, og Tór Verland Johansen, kundastjóri, í Kekkia fyri og tóku ímóti filmsprísinum á "Karlovy Vary International Tourism Film Festival":

- Vit fingu nógv rós fyri bæði stórslignu myndirnar og tónleikin hjá Eivør, men tað var tað serliga Un-konseptið og hátturin, sum tað verður brúkt, sum hugtók dómsnevndina, sigur Tór Verland.

At filmurin fýra ferðir hevur vunnið heiður á altjóða filmsfestivalum, eru vit á Sansum sjálvandi ógvuliga errin av. At fáa tílík herðaklapp er avgjørt nakað, sum hevur týdning. 

- Tað vísir millum annað, at vit hava gjørt eitt gott arbeiði, og at filmurin skarar framúr, staðfestir Tór Verland.

Filmurin hevur fyrr vunnið prísir innan katagoriirnar editing, eco-tourism og outdoor tourism. Nýggjasti heiðurin, sum prísvinnandi filmurin hevur fingið, er aðru virðisløn í katagori’ini filmar yvir tríggjar minuttir, sum millum annað marknaðarføra lond, øki og býir.

Konseptið, sum varð gjørt til Visit Faroe Islands og sum er grundarlagið undir filminum, vann ársins marknaðarátak í Føroyum í fjør. Tað eru føroysku Sansir og Kovboyfilm, sum saman við donsku Liquidminds hava staðið fyri framleiðsluni av prísvinnandi summarfilminum. Sama toymi hevur staðið fyri nýggja vetrarfilminum, sum varð avdúkaður fyri nøkrum vikum síðani.