Elin Vatnhamar Olsen nýggjur grafikari á Kvinnu

Vit á Sansum eru sera fegin um at kunna bjóða Elini Vatnhamar Olsen vælkomnari í starv sum grafikari á Kvinnu.

Elin er 29 ára gomul og úr Leirvík. Hon er útbúgvin multimediadesignari og er bachelor í miðlaframleiðslu og leiðslu.

Seinasta árið hevur Elin starvast í lýsingafyritøkuni Krea, og hon hevur eisini starvsroyndir frá Sosialinum og Ekstra Blaðnum.

- Vit eru glað fyri at fáa Elina við í okkara toymi. Hon er bæði dugnalig, kreativ og arbeiðssom og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn, sigur Lena L. Mohr, stjóri á Sansum.

Elin fer at arbeiða við uppseting av blaðnum Kvinna, umframt øðrum grafiskum uppgávum.

- Sansir eru ein sera spennandi fyritøka við nógvum fjølbroyttum uppgávum. Tað er mín fatan, at við at vera ein partur av Kvinnu, fært tú ávirkan og ábyrgd, samstundis sum tað til tíðir óivað kann vera hektiskt. Hetta dámar mær væl, og eg trívist væl í slíkum arbeiðisumhvørvi, sigur ein spent Elin.