Eydna Skaale blaðstjóri á Kvinnu

Eydna Skaale tekur við blaðstjórasessinum á Kvinnu, meðan Siri Sørensen fer í barnsburðarfarloyvi.

Eydna Skaale byrjar í starvi á Kvinnu í dag, 1. juni 2015, og situr í blaðstjórasessinum inntil september í 2016.

Og hon gleðir seg.

– Eg vil, at Kvinna skal gerast hvassari og í størri mun seta dagsskránna í samfelagnum, sigur nýggi blaðstjórin.

Hon vísir á, at sum einasta føroyska kvinnublaðið skal Kvinna bæði upplýsa, undirhalda og geva íblástur, men hon heldur, at blaðið í størri mun skal skapa ringar í føroyska samfelagið og skapa kjak, sum flytir nakað.

– Eg haldi, at Siri Sørensen hevur gjørt eitt gott arbeiði, og at hon hevur flutt blaðið væl fram á leið. Tá Siri tók við, segði hon seg vilja grava djúpri og tryggja meiri lesistoff, og tað haldi eg hevur hepnast væl, so har vil eg halda á í sama spori, sigur Eydna.

Eydna Skaale er 33 ár og úr Havn. Hon og makin, Ragnar, eiga tvey børn, sum eru 9 og 1 ár.

Eydna varð útbúgvin kandidatur í retorikki frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 2014. Hon hevur eisini verið gestalesandi á Fróðskaparsetrinum og á universidad Autónoma de Barcelona, har hon las ávikavist føroyskt og journalistikk og PR.

Seinastu 11 árini hevur Eydna havt eitt støðugt tilknýti til føroyska miðlaheimin, bæði innan avísir, magasin, radio, internet og sjónvarp.

Seinasta hálva árið hevur hon verið blaðstjóri á Vikuskiftinum hjá Sosialinum og verið við í Føroyaportalinum, sum í vár hevur verið at sæð í Kringvarpinum. Harumframt hevur hon egna ráðgevandi fyritøku, nevnd Retorika.

Fyrsta Kvinna, sum Eydna hevur ábyrgdina av, kemur út í september. Hon fer at hava tilsamans nýggju bløð undir hond, tá Siri fer í farloyvi 10. juli.