Faroe Islands Translate - frá hugskoti til veruleika

Tór Verland Johansen, stjóri á Sansum, fer á Jobmatch at fortelja um marknaðarátakið Faroe Islands Translate, sum varð verksett í heyst og sum fekk umrøðu um allan heimin.

Seinasta ár gjørdu vit Sheep View, tí vit ikki høvdu Google Street View. Í ár gjørdu vit Faroe Islands Translate, tí Google Translate hvørki umsetur úr ella til okkara móðurmál.

Greitt verður frá um tankarnar handan hugskotið og týdningin av okkara móðurmáli í ferðafólkahøpi. Eisini verður víst á, hvørjir førleikar vóru neyðugir fyri at fremja Faroe Islands Translate.

Marknaðarátakið Faroe Islands Translate gjørdu Sansir í samstarvi við donsku Mensch til Visit Faroe Islands og Atlantic Airways, sum enn einaferð vóru djørv og søgdu ja til eitt heimsumfatandi marknaðarátak, har null krónur vórðu settar av til innrykkingar.

Kom og hoyr um Faroe Islands Translate og virðið av slíkum átøkum. Framløgan hjá Sansum verður á Jobmatch í Norðurlandahúsinum hósdagin 28. desember kl. 17.40.

Les meira um Faroe Islands Translate her