Flottur filmur um Norrönu

Sansir hevur latið úr hondum ein flottan film til Smyril Line.

Filmurin vísir gleðina við at ferðast, og at frítíðin veruliga byrjar umborð á Norrönu.

Fyri at undirbyggja hesa kenslu, er ein sangur gjørdur til høvið, sum Kristina Bærentsen hevur lagt rødd til.

Sansir hevur staðið fyri hugskoti, konsepti, storyboard og casting. Polarfilm hevur staðið fyri upptøku og framleiðslu.