Føroya landsstýri nýggja felags heimasíðu

Sansir hava ment og sniðgivið nýggja felags heimasíðu til Føroyar landsstýri, landsfyrisitingin og øll stjórnarráðini fingið nýggjar heimasíður. Síðurnar byggja á eina felags heimasíðuskipan.

Endamálið við nýggju heimasíðuni er at geva borgarunum eina talgilda inngongd til landsfyrisitingina, at betra um kunningina og at styrkja felags samleikan hjá Landsstýrinum. Við eini felags síðu, skipað eftir einum og sama leisti, verður tað lættari hjá borgaranum og fjølmiðlum at fáa kunning um virksemið og politikkin hjá landsstýrinum.

Felags heimasíðan kemur eisini at hava við sær minni umsiting og bíligari rakstrarkostnað.

Stjórnarráðini fara tó framyvir at hava egnar undirsíður, og verandi økisnøvn hjá stjórnarráðunum eru framvegis virkin og vísa til nevndu undirsíður.

Landsstýrið fer at hava felags síðu á enskum, og økisnavnið á síðuni er: www.government.fo.