Føroyar á heimsins størstu sjógætismessu

Heimsins størsta sjógætismessa, Seafood Expo Global 2015, lat upp í Brússel í dag.

Flestu av fremstu føroysku útflutningsfyritøkum av fiskavørum eru á føroyska landabásinum, sum liggur væl fyri í høvuðshøllini og verður vitjaður av nógvum keyparum úr øllum heiminum.

Hetta er 23. ferðin at messan er, og Føroyar hava tikið lut frá byrjan. Niels Winther, ráðgevi í Vinnuhúsinum, vísir á, at tað hevur stóran týdning, at Føroyar taka lut:

- Føroyar útflyta fyri 6 milliardir í fiskavørum, so tað er sjálvsagt, at Føroyar skulu vera væl umboðaðar á heimsins størstu sjógætismessu við keyparum úr øllum heiminum, sigur Niels Winther og greiðir frá, at messan gevur sjógætisvinnuni beinleiðis samband við nógvar professionellar keyparar og veitarar úr øllum liðum í vinnuni.

Hann leggur afturat, at tað hevur stóran týdning, at tað er sjónligt, at tað er ein føroyskur landabásur, tí nógvir keyparar vita, at okkara vørur og tænastur eru í heimsflokki.

Tað eru Sansir, sum skipa fyri landabásinum saman við Vinnuhúsinum. Lena L. Mohr, stjóri á Sansum greiðir frá, at tað hevur týdning, at alt fungerar, sum tað skal, og er 100% í ordan:

- Vit leggja dent á, at landabásurin er sjónligur og funktionellur. Kappingin um keyparar er hørð, og tí er tað týdningarmikið, at keyparar skjótt og lætt finna føroyska básin, og at básurin repræsenterar føroysku fyritøkurnar og teirra dygdarvørur á besta hátt. Eru rammurnar góðar, kunnu framsýnararnir hava sítt fokus á kundarnar og søluna.

Við á føroyska básinum eru Bakkafrost, Varðin Pelagic, JFK, Kósin, North Pelagic, HiddenFjord, PRG Fiskavirkið, Landshandilin og Pelagos. Básurin er 216 fermetrar og 6 metrar høgur. Messan byrjaði í dag og endar hósdagin kl. 16.