Føroyski vetrarfilmurin vunnið altjóða filmsheiðursløn í Varsjava

Vetrarfilmurin hjá Visit Faroe Islands vann í gjárkvøldið altjóða filmsprís í Varsjava, Póllandi.

Higartil í ár hevur vetrarfilmurin vunnið fýra altjóða virðislønir: Í Berlin, Sofia, Riga og nú í Varsjava. Og í fjør vann "tvíburafilmurin", sum lýsir summarið í Føroyum, heilar 5 altjóða virðislønir. 

Thomas Koba frá Kovboyfilm og Tór Verland Johansen frá Sansum vóru við til handanina av filmsheiðurslønini í gjárkvøldið.

- Vit vita, at hyggjaratølini á Youtube og Vimeo eru høg, og at filmurin er sæddur kring allan knøttin, men hvørja ferð eitt altjóða dómarapanel og fólk innan ferðavinnu eisini virðismeta filmin og okkara land, gerast vit enn meira errin, sigur Tór Verland Johansen. 

Fólk og filmsframleiðarar úr øllum heiminum vóru savnað í Varsjava hósdagin til handanina. 

- Hóast vit hava gjørt filmin, kennist tað, sum at vit einans hava filmað Føroyar, sum tær eru. Sama hvar tú peikar eitt kamera í okkara landi, sær tað gott út. Og tað halda útlendingar eisini, sigur Thomas Koba frá Kovboyfilm.

Tað eru føroysku Sansir og Kovboyfilm, sum saman við donsku Liquidminds hava staðið fyri framleiðsluni av vetrarfilminum hjá Visit Faroe Islands. Sama toymi stóð fyri summarfilminum, sum í fjør vann heili fimm altjóða filmsheiðurslønir.

Vetrarfilmurin kann síggjast her: Marknaðarføring av Føroyum